Danska stjórnin er kanska sinnað at stuðla byggingini av Suðuroyartunnlinum

Danska stjórnin er kanska sinnað at stuðla byggingini av Suðuroyartunnlinum
Spurd um statslán til Suðuroyartunnil, svaraði Mette Frederiksen, at stjórnin yvirskipað er sinnað at stuðla allari jaligari menning í hinum londunum í ríkisfelagsskapinum
Mette Frederiksen, danski forsætisráðharrin
Mynd: Savnsmynd  
 
07.05.2025 - 09:44

"Tað verður ein samráðing millum løgmann og meg og ikki her í fólkatinginum."

Tað segði Mette Frederiksen, forsætisráðharri, tá Anna Falkenberg, fólkatingslimur, spurdi, um statskassin vil lata lán til Suðuroyartunnilin.

Mette Frederiksen var eisini spurd, um løgmaður hevur tosað við hana um eitt tílíkt lán:

"Eg havi sum prinsipp, at mær dámar ikki at tosa um tað, ið eg tosi við aðrar stjórnarleiðarar um, her í Fólkatinginum, og tað er eisini galdandi fyri løgmann."

 

Stór sparing í statsláni

Anna Falkenberg vísti á, at eitt statslán kann spara Føroyum millum 400 og 800 milliónir krónur í rentum.

"Yvirskipað, so hevur stjórnin tann hugburð, at øll hjálp, ið hon kann geva, fyri at stuðla undir einari jaligar menning í hinum báðum londunum, eru hon sinnað at veita," staðfesti Mette Frederiksen. 

"Men eg ætli mær ikki at standa og samráðast um ein tunnil her í fólkatinginum."

 

1742016

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. juni
Morgunlestur týsdagur 24.juni 2025
193613
Mánadag 23. juni
Poppverturin
193654
Mánadag 23. juni
Morgunlestur mánadagur 23.juni 2025
193574
Sunnudag 22. juni
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
193587
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. juni
Jóansøka: 6mf menn
193626
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: Dreingir 17-18 ár
193607
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 5mf Kvinnur
193606
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 8 mf
193605