Sormani gevst í HB

Sormani gevst í HB
Høvuðsvenjarin hjá HB, Adolfo Sormani, hevur lagt frá sær. Hjálparvenjararnir eru eisini loystir úr starvi
Aldolfo Sormani er fortíð í HB.
Mynd: Rói Sørensen / HB  
 
04.05.2025 - 15:08

Høvuðsvenjarin hjá besta mansliðnum hjá HB, Adolfo Sormani, hevur lagt frá sær.

Uppsøgnin kemur eftir eyðmýkjandi 7-1 tapið fyri NSÍ í landskappingini í gjár. Toymið hjá Adolfo Sormani, sum telir tríggjar, er eisini loyst úr starvi.

 - Vit takka Dodo, Gianni, Gilberto og Tero fyri samstarvið, og tað orku, sum teir hava lagt í arbeiðið. Ikki minst Løgmanssteypið 2024, skrivar HB á sosialum miðlum. 

HB sigur, at arbeiðið við at finna nýggjan venjara er farið í gongd, og at André Olsen stendur á odda fyri liðnum, til nýggjur venjari er funnin.

Fyri stuttum var íslendski venjarin Arnar Grétarsson settur í samband við høvuðsstaðarfelagið. Tá avsannaði formaðurin, Ransin N. Djurhuus, at venjaraskiftið var á veg.

 

Spælistílurin fyri atfinningum

HB fekk góð úrslit fyrstu umførini í ár, men spælistílurin var kortini fyri atfinningum. Adolfo Sormani skifti 4-3-3 leikskipanina út við 5-3-2, og í HB-skýlinum hómaðist misnøgdin við verjukenda spælið tíðliga.

Keypini hava heldur ikki verið sannførandi. Lettisku spælararnir, miðverjin Klavs Kramens og málverjin Reinis Reinholds, hava báðir mist plássið, meðan norsku áleypararnir, Emil Grønn Pedersen og Jonas Enkerud hava havt trupult við at skjóta mál.

Síðsta vikuskiftið vann HB akkurát á TB við avgerandi máli í yvirtíðini, og í gjár fleyt so yvir, tá NSÍ snøgt sagt hølvaði HB av á Ovara vølli í Gundadali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. juni
Morgunlestur týsdagur 24.juni 2025
193613
Mánadag 23. juni
Poppverturin
193654
Mánadag 23. juni
Morgunlestur mánadagur 23.juni 2025
193574
Sunnudag 22. juni
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
193587
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. juni
Jóansøka: 6mf menn
193626
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: Dreingir 17-18 ár
193607
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 8 mf
193605
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 5mf Kvinnur
193606