Fleiri hundrað løstað í spreinging í Iran

Fleiri hundrað løstað í spreinging í Iran
Spreingingin var í bingjuhavnini í býnum Bandar Abbas
Tjúkkur svartur roykur stóðst av spreingingini í Bandar Abbas fyrr í dag
Mynd: Mohammad Rasole Moradi/IRNA/WANA/Scanpix  
 
26.04.2025 - 16:07

Í minsta lagi fýra fólk hava latið lív, men talið av deyðum er allarhelst størri eftir eina ógvusliga spreinging í iranska havnabýnum Bandar Abbas fyrr í dag.

Sagt verður, at í meir enn 500 fólk eru løstað av spreingingini, sum var í bingjuhavnini í býnum har suðuri í landinum.

Myndir vísa nógvan tjúkkan svartan royk, og sagt verður, at rútar brotnaðu fleiri kilometrar frá spreingingini.

Orsøkin til spreingingina er enn ikki kend, skriva útlendskir miðlar.

Roykurin sæst langan veg (Mynd: Mohammad Rasole Moradi/IRNA/WANA/Scanpix)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454