Norska drotningin útskrivað í øllum góðum

Norska drotningin útskrivað í øllum góðum
Sonja drotning varð innløgd í gjár við andaneyð, men er útskrivað í dag. Norski miðilin VG hevur biðið um umbering fyri at hava boðað frá, at 87 ára gamla drotningin var deyð
Íslendsku forsetahjúnini vóru fyrr í mánaðinum á vitjan í Noregi. Á myndini íslendski forsetin Halla Tómasdóttir og Sonja drotning
Mynd: Cornelius Poppe/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.04.2025 - 15:10

Norski fjølmiðilin VG hevur givið norska kongshúsinum eina umbering, eftir at miðilin undir einum sjónvarpsinnslagi fyrr í dag boðaði frá, at Sonja drotning var deyð.

Hesi tíðindini lógu úti í nøkur sekund sum ein undirtekstur á skíggjanum, meðan eitt annað tíðindainnslag koyrdi.

"Hetta er eitt sera óheppið mistak, og vit eru sera kedd av hendingini. Vit hava beinleiðis biðið kongshúsið um umbering, og vit biðja eisini okkara hyggjarar um umbering", sigur tíðindaleiðarin á VG, Tora Bakke Håndlykken.

Norska kongshúsið boðaði fyrr í dag í tíðindaskrivi frá, at Sonja drotning er útskrivað av sjúkrahúsi, men er sjúkrameldað restina av vikuni.

87 ára gamla norska drotningin varð innløgd í gjár við andaneyð, men hevur tað gott aftur. Men alt, sum hon hevði á skránni hesa vikuna, er avlýst.

Í januar fekk Sonja drotning ein kvikil ísettan, eftir at hon fekk hjartatrupulleikar á eini skíðferð.

Sambært norska kongshúsinum hevði drotningin 236 almennar uppgávur í fjør, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955