Manningin á Polarstjørnini fingið minstuløn part av tíðini

Manningin á Polarstjørnini fingið minstuløn part av tíðini
Flestu av manningin á Polarstjørnuni hava einki arbeiði havt í fýra mánaðir 
Polarstjørnan hevur staðið á beding í Klaksvík í næstan fýra mánaðir, áðrenn tað eydnaðist at fáa skipið av aftur.
 
22.04.2025 - 15:25

Polarstjørnan kom av aftur bedingsvogninum á Klaksvíkar Sleipistøð fyri hálvari aðru viku síðani. 

Skipið hevði staðið uppi á bedingsvogninum á Klaksvíkar Sleipistøð, KSS, síðani 19. desember í fjør. 

Skipið koppaði á bedingsvogninum, tá ið tað skuldi takast upp.

Eftir drúgva tíð eydnaðist at fáa tað at standa beint aftur á vogninum.

Skipið er síðani umvælt, og 12. apríl eydnaðist at fáa skipið av bedingsvogninum aftur í øllum góðum.

 

Minstaløn

Í tríggjar av teimum fýra mánaðunum, skipið hevur verið á beding, hevur inntøkutrygginginin partvís tikið við. Tað er minstaløn hjá fiskimonnum, 1275 krónur um dagin. 

Annars hevur bara onkur av manningini havt onkra inntøku.

Hanus Hansen, stjóri í reiðaríðnum JFK, harmast um støðuna.

Manningin fær í mesta lagið útgoldið løn fyri mista inntøku í tríggjar mánaðir. Og hvørki reiðaríðið ella Fiskimannafelagið, har Jan Højgaard, formaður, hava greiðar ætlanir um aðra veiting.

 

1739317


Skipið fer væntandi til fiskiskap í næstu viku, sigur Hanus Hansen, reiðari.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955