Frans pávi er deyður

Frans pávi er deyður
Hann andaðist klokkan fimm minuttir yvir hálvgum átta í morgun
 
21.04.2025 - 09:16

Frans Pávi er júst deyður 88 ára gamal. Seinast hann sást alment frammi var, tá hann signaði mannfjøldina á Pætursplássinum í gjár, páskadag.

Ein hjálpari las prædikuna hjá pávanum, men kortini megnaði Frans pávi at ynskja gleðiligar páskir.

Pávin heði í gjár stuttan fund við amerikanska varaforsetan, J.D. Vance.

Frans Pávi var lungnasjúkur og bleiv 14. februar innlagdur við andaneyð. Hann fekk viðgerð, og bleiv í mars útskrivaður av sjúkrahúsinum, men skuldi hvíla í Vatikaninum og koma fyri seg.

Klokkan fimm minuttir yvir hálvgum átta í morgun, lokala tíð, andaðist Frans pávi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325