Óbeinleiðis skuldin telur ikki við

Óbeinleiðis skuldin telur ikki við
Nettoskuldin hjá landskassanum var 200 mió. kr. við ársenda 2024
Landsbankin hevði størri inntøkur enn mett í fjør.
 
20.04.2025 - 12:21

Nettoskuldin hjá landskassanum var 200 mió. kr. við ársenda 2024.

Marknaðarvirðið hjá lánsbrævaskuldini var fimm milliardir krónur.

Og gjaldføri landskassan var 4,8 mia. kr., skrivar Landsbankin í ársfrágreiðing sínari.  

Landsbankin umsitur lánsbrævaskuldina hjá landskassanum.

Hon er tann beinleiðis rentuberandi skuldin hjá landskassanum. 

Tó er eisini onnur skuld, sum landskassin óbeinleiðis er eksponeraður fyri.

Onnur skuld

Eitt nú skuldin hjá kommununum og skuldin hjá tunnilsfeløgunum. 

Henda óbeinleiðis skuld er ikki tald við í skuldina, sum er fimm milliardir, skrivar landsbankin.

Landsbankin hevði 11,5 milliónir í útreiðslum í fjør.

Á inntøkusíðuni var játtanin 1,6 mió. kr., men inntøkan var 3,6 mió. kr. 

Landsbankin fær pengar fyri at umsita Samhaldsfasta og ogn hjá almennum grunnum. 

Netto vóru útreiðslurnar tí 7,9 mió. kr., nógv minni enn játtanin, sum var níggju milliónir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762