Kommunur fáa allan skattin

Kommunur fáa allan skattin
Fíggjarnevndin er samd við landsstýrið um at lata kommununi, ella atvinnukommununi, har bygningurin er, allan skattin av leiguni
Kommunurnar fáa allan skattin av húsaleigu.
 
20.04.2025 - 15:42

Fíggjarnevndin er samd við landsstýrið um at lata kommununi, ella atvinnukommununi, har bygningurin er, allan skattin av leiguni.

Hetta merkir, at kommunurnar fáa meira burturúr.

Nú verður skatturin býttur millum land og kommunur.

Kommunurnar fáa 45 prosent og landið 55 prosent.

Kommunurnar fáa 1,7 mió. kr. meira í sín lut, metir Fíggjarmálaráðið.

Kommunurnar hava spurt, hvussu leingi skattafrádrátturin, 100.000 kr., fyri langtíðarleigu verður  galdandi.  

Eitt ár aftrat

Í uppskotinum, sum fíggjarnevndin hevur, er ásett, at frádrátturin minkar niður í 50.000 kr. 1. januar 2030.

Fíggjarnevndin mælir til at hava 1. januar 2031 í staðin fyri.

Kommunurnar vísa á, at tá hetta bara er um skattim av langtíðarleigu og skattafrádrátturin er 100.000 kr., kann væntast, at meirinntøkan fer til tær størstu kommunurnar.

Leigan á bygd er neyvan størri enn frádrátturin í skattinum, siga kommunurnar. 

Kommunufelagið vil tí, at skipanin, sum sigur, at allur skatturin fer til atvinnukommununa, verður galdandi fyri bæði stutttíðar og langtíðar leigu.

Fíggjarmálaráðið, sigur, at uppskotið er sambært samgonguskjalinum og eftir ynski frá Kommunufelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968