Nýggja Ovasavnið letur upp páskaaftan

Nýggja Ovasavnið letur upp páskaaftan
Nógv verður gjørt burturúr til bæði børn og vaksin leygardagin, tá nýggja Ovasavnið í Nólsoy letur upp
Nýggja Ovasavnið í Nólsoy
 
16.04.2025 - 10:22

Tað er tvey ár síðani, at fyrsti spakin varð settur í til nýggja Ovasavnið í Nólsoy. Og nógv er gjørt burturúr, sigur Thomas Joensen, ið er ein av teimum, ið hevur arbeitt við savninum.

Umframt bátin - Dianu Victoriu, sum Ove Joensen róði til Danmarkar við í 1986, verður ymiskt annað eisini at síggja á savninum, kafé verður í húsinum, samstundis sum Visit Tórshavn eisini fer at húsast í Ovasavninum.

 

Ovafagnaðurin leygardagin

Á fagnaðardegnum fyri Ova Joensen nú leygardagin, verður nógv á skránni. Børnini fáa høvið at fara á páskaeggjaveiðu, stovutónar við ymiskum tónleikarum verða í tíggju húsum, og dagurin endar um kvøldið við felagssangi, fyri bara at tríva í rúgvuna.

Umframt samrøðuna við Thomas Joensen eru eisini brot at hoyra frá 1986, tá Ove Joensen kom til Keypmannahavnar, og hetta kann hoyrast her:

1738458


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191887
Mikudag 14. mai
Vigdís 3:4
191867
Mikudag 14. mai
Vigdís 4:4
191866
Mikudag 14. mai
Vigdís 2:4
191865
Mikudag 14. mai
Vigdís 1:4
191862