2. páskadag byrjar mentanarvikan í Runavíkar kommunu

2. páskadag byrjar mentanarvikan í Runavíkar kommunu
Á skránni verður millum annað portrettmáling, vinnararnir av skrivikappingini verða avdúkaðir, 10 monologar verða á palli, og Mads Langer hevur eykakonsert
 
16.04.2025 - 10:05

Urd Johannesen, mentanarleiðari í Runavíkar kommunu, og Eyðvør á Dunga frá Visit Runavík, eru báðar spentar uppá mentanarvikuna, ið verður hildin í øllum bygdunum í kommununi, og á skránni er eitt sindur av hvørjum.

Fýra listafólk fara at mála portrettmyndir av fýra kendum fólkum, og tað verður við áskoðarum, deksbáturin Grinkil og Føroyaklettur fara at sigla á Skálafjørðinum, Ósbjørn Jakobsen fer at siga frá um miðbýarætlanina í Runavík, Mads Langer fer at hava tvær konsertir, har av onnur er útseld og hin næstan, í Gulu Smiðju verður høvið at hoyra tónleikabólkar, ið hava tilknýti til Guli Smiðju og ungdómshúsini aðra staðni í Føroyum, og nógvar og fjølbroyttar framsýningar verða eisini á skránni fyri bara at tríva í stóru rúgvuna av tiltøkum, ið verða á mentanarvikuni.

Øll skráin sæst á mentanarvikan.fo


Tú kanst hoyra samrøðuna við Urd Johannesen og Eyðvør á Dunga her:

1738459

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191887
Mikudag 14. mai
Vigdís 3:4
191867
Mikudag 14. mai
Vigdís 4:4
191866
Mikudag 14. mai
Vigdís 2:4
191865
Mikudag 14. mai
Vigdís 1:4
191862