FC Hoyvík fær 10.001 krónur í bót

FC Hoyvík fær 10.001 krónur í bót
Tað hevur Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum avgjørt
 
15.04.2025 - 15:24

Málið snýr seg um ein vinardyst millum U17-liðini hjá FC Hoyvík og B71 tann 26. mars.

Beint áðrenn hálvleik fær FC Hoyvík bóltin í málið, og minst 15 ungdómar storma inn á vøllin, bæði spælarar og áskoðarar. 

Tá málið verður kolldømt fyri rangstøðu, rennur ein bólkur av spælarum og ungdómi, sum, sambært dómarafrágreiðingini, høvdu tilknýti til FC Hoyvík, yvir móti linjuverjanum, sum var ein 15 ára gamal drongur og spælari frá B71, har hesin linjuverjin bleiv umringaður og skumpaður.

Dómarin velur at bríksla dystin av og heitur á liðini um at fara av vøllinum.

Bæði spælarar úr B71 og FC Hoyvík hava váttað, at ein drongur hevði givið linjuverjanum nevan, eftir at dysturin er bríkslaður av.

Sum avleiðing av hesum hendingum, so hevur FC Hoyvík valt at taka sítt U17-lið úr kappingini og hevur boðað frá, at felagið fer undir eina innanhýsis tilgongd fyri at tryggja ein framhaldandi virðiligan og góðan felagsskap.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955