Eingin loysn enn um snarbussin í Eysturoyartunlinum

Eingin loysn enn um snarbussin í Eysturoyartunlinum
Enn er ikki funnin nøkur loysn á avbjóðingini hjá Bygdaleiðum at skula rinda fult gjald fyri hvønn buss, sum koyrir í Eysturoyartunlinum
Hvør bussur hjá Bygdaleiðum rindar fult tunnilsgjald í Eysturoyartunlinum.
 
15.04.2025 - 06:35

Enn er ikki funnin nøkur loysn á avbjóðingini hjá Bygdaleiðum at skula rinda fult gjald fyri hvønn buss, sum koyrir í Eysturoyartunlinum.

Men samskifti er við Tunnilsfelagið, sum vónandi endar við lægri gjaldi fyri bussarnar.

Teir kunnu tí brúka tunnilin oftari.

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í svari til Eyðgun Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um snarbussin millum Klaksvík og Tórshavn.

Hann sigur, at nakrar broytingar vera eftir ætlan gjørdar á leiðini millum Norðoyggjar og Suðurstreymoy, tá skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina.

Hetta er leið 401.

Eyðgun Samuelsen spurdi eisini um leið 400.

Landsstýrirmaðurin svarar, at leið 400 hevur í nógv ár verið mest nýtta farleiðin hjá Bygdaleiðum.

15 leiðir knýttar at einari

15 leiðir eru bundnar saman við koyringini hjá leið 400. 

Tí er tað ein trupul uppgáva at gera broytingar.

Ein fyritreyt fyri at gera størri broytingar á Bygdaleiðum er, at Strandfaraskip landsins fáa nýggja planleggingarskipan. 

Hendan skipan skuldi koma í vár. Men hon er seinkað.

Arbeiðið verður tikið uppaftur eftir páskir, sigur Jóhan Christiansen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482