Heilsustýrið: Hví verða færri føroysk børn koppsett?

Heilsustýrið: Hví verða færri føroysk børn koppsett?
Øll foreldur, sum hava børn yngri enn 6 ár, fáa í hesum døgum innbjóðing frá Heilsustýrinum at luttaka í hugburðskanning um koppsetingar
 
14.04.2025 - 12:46

Í fjør vísti ein frágreiðing frá landslæknanum, Lars Fodgaard Møller, at talið av børnum, sum fylgja barnakoppsetingarætlanini, er lækkað rættiliga nógv seinastu fimm árini. 

Heilsustýrið hevur yvirtikið málsøkið, barnakoppsetingar, og vil kanna hví talið av koppsetingum lækkar. 

Sambært Katrin Eivindardóttir Danielsen, PhD og fulltrúi í Heilsustýrinum, fara tey í gongd við at greina hugburðskanningina síðst í mai. 

Freistin hjá foreldrum  at svara spurnakanningina er 22. mai. 

Hoyr útvarpsinnslagið:

1737925

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337