Kommunulæknafelagið stúrir um fjarstøðuna til borgaran

Kommunulæknafelagið stúrir um fjarstøðuna til borgaran
Heilsumálaráðið ætlar at heilsuøkini í Føroyum skulu gerast størri. Kommunulæknafelagið stúrir fyri at fjarstøðan millum læknan og borgarin fer at gerast ein avbjóðing.
 
13.04.2025 - 18:28

Nýggju heilsuøkini, sum heilsumálaráðið ætlar at skipa, eru ein avbjóðing fyri kommunulæknarnar, tí fjarstøðan millum kommunulæknan og borgarar kann gerast sera stór. Tað sigur Turið Holm Johannessen, sum er forkvinna í Kommunulæknafelag Føroya. 

 

1737813


Uppskot til løgtingslóg um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum varð samtykt hósdagin 10 apríl og nú er tilgongdin við júst hvussu økini skulu skipast í gongd. 

Fyrimunurin við, at økini verða størri er, at borgarin fer at hava fríari val av kommunulækna, sigur Turið Holm Johannessen, forkvinna í Kommunulæknafelag Føroya. Men eisini eru vansar. 

 

1737815


Hon heldur eisini, at ein partur av at loysa trupulleikan er at fleiri kommunulæknar eiga at setast í starv. 

 

1737818

 

Tað segði Turið Holm Johannessen, forkvinna í Kommunulæknafelag Føroya. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297