Broytingar í kanningum fyri lívmóðurhálskrabba

Broytingar í kanningum fyri lívmóðurhálskrabba
Aldursbólkurin verður víðkaður, og innkallað verður hvørt 5. ár
Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.04.2025 - 13:43

Broytingar setast í verk 1. mai, í sambandi við innkalling til fyribyrgjandi kanningar fyri lívmóðurhálskrabba.

Skjótt fáa tey í aldursbólkinum 23-64 eisini innkalling til fyribyrgjandi kanningar fyri lívmóðurhálskrabba, sum er víðkað frá aldursbólkinum 25-60 ár.

Harumframt fara tey í aldursbólkinum 30-64 at fáa innkalling hvørt 5. ár, í staðin fyri hvørt 3. ár.

Broytingarnar verða galdandi frá 1. mai, og eru settar í verk, millum annað av tí at helvtin av tilburðunum av lívmóðurhálskrabba eru millum ungar kvinnur, sigur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum.

Hoyr innslagið her:

1737789

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191887
Mikudag 14. mai
Vigdís 3:4
191867
Mikudag 14. mai
Vigdís 4:4
191866
Mikudag 14. mai
Vigdís 2:4
191865
Mikudag 14. mai
Vigdís 1:4
191862