Nú verður dýrari at keypa í Rúsuni

Nú verður dýrari at keypa í Rúsuni
Mánadagin verður dýrari at keypa í Rúsuni. Rúsdrekkasøla landsins hækkar nú sínar prísir við í miðal fimm prosentum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)  
 
12.04.2025 - 12:25

Nú verður dýrari at keypa øl, vín og brennivín. Príshækkingin verður ymisk, alt eftir hvør vøran er.

Avlopskravið hjá Rúsuni er hækkað 1,7 milliónir krónur frá í fjør til í ár.

Kravið í ár er 20,3 mió. kr - í fjør var kravið 18,6 mió. kr., og tað avlopið megnaði Rúsan akkurát at røkka, sigur Oddbjørg Højgaard, sigur Oddbjørg Højgaard, stjóri í Rúsdrekkasølu landsins.

Príshækkingin kemst av, at samsvar ikki er millum útreiðslur og inntøkur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1737638

 

Sølan í Rúsuni minkaði í fjør samanborið við 2023.

Rúsan hevur átta sølubúðir.

Tær eru í Havn, Vestmanna, Saltangará, Klaksvík, Trongisvági, Miðvági, á Sandi og við Norðskála

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337