Eru fyrireikað til stóra eftirspurningin eftir atgongumerkjum

Eru fyrireikað til stóra eftirspurningin eftir atgongumerkjum
Sunnudagin 11. mai skulu føroysku hondbóltsmenninir aftur í eldin á heimavølli móti Ukraina
11. mai fer A-landsliðið í manshondbólti aftur í eldin í høllini við Tjarnir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.04.2025 - 08:33

Klokkan 10 fyrrapartin fara atgongumerkini til heimadystin móti Ukraina hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti til sølu.

Seinast, landsliðið spældi í stórhøllini við Tjarnir, vóru atgongumerkini seld eftir fáum minuttum, og í Hondbóltssambandinum eru tey fyrireikað til stóra eftirspurningin.

Dysturin verður 11. mai, og líkt er til, at áhugin fyri hesum dystinuim er líka stórur sum seinast. 

Atgongumerkini verða bara seld á einum stað, sigur Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum.

 

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11042025_Atgongumerki

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762