Átta føroysk met á Danish Open

Átta føroysk met á Danish Open
Føroysku svimjararnir settu ikki færri enn átta føroysk met á Danish Open, sum hevur verið um vikuskiftið
Lea Osberg Højsted heldur fram við framgongdini. Hon setti fimm met á Danish Open
 
09.04.2025 - 09:16

Føroysk svimjing tykist av álvara hava fingið ferð á aftur eftir nøkur ár við ættarliðsskifti.

Enn ein staðfesting um tað kom á Danish Open um vikuskiftið, har føroyingarnir settu ikki færri enn átta føroysk met, skrivar svimjing.com.

Harumframt eydnaðist at vinna eitt gullheiðursmerki og tríggjar bronsur.

 

Lea toppskorari

Lea Osberg Højsted úr Ægi var toppskorari við heili fimm metum. Tey setti hon í 100 metur bringu (tvær ferðir), 50 metur bringu og 200 metur bringu (tvær ferðir). Harafturat vann hon bronsuheiðursmerki í 200 metur bringu.

Líggjas Joensen fekk flest heiðursmerki. Ungi svimjarin úr Aalborg Svømmeklub vann gull á 1500 metur frí, og bronsu í bæði 400 og 800 metur frí. Hini metini settu Bartal Eidesgaard í 50 metur bringu og 100 metur frí og Isak Brisenfeldt í 200 metur firvald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401