Orknoyggjar 2025: Føroyska badmintonliðið klárt

Orknoyggjar 2025: Føroyska badmintonliðið klárt
Tíggju spælarar eru tiknir út til føroyska badmintonliðið, sum skal royna seg á Oyggjaleikunum á Orknoyggjum í summar
Fai Yin Wong og Magnus Dal-Christiansen á Guernsey í 2023
 
06.04.2025 - 13:59

Nógv er at liva upp til hjá teimum 10, sum skulu amboða Føroyar í badminton á Oyggjaleikunum á Orknoyggjum í summar.

Á Guernsey fyri tveimum árum síðan vann føroyska liðið metnógv heiðursmerki, og í summar skal millum annað gullið í liðkappingini verjast.

SÍ EISINI: Gull til Føroyar í badminton

Fleiri av teimum, sum vóru við á Guernsey eru aftur í hópinum hesa ferð, meðan onnur eru komin afturat, millum annað verandi føroyameistarin, Rúni Øster.

Landsliðsvenjarin í badminton, Fai Yin Wong, sum hevur tikið út, savnar hópin til venjingar 14. - 16. apríl.

 

Føroyski badmintonhópurin

Magnus Dal-Christiansen, HBF
Rúni Øster, HBF
Asbjørn Heide Olsen, HBF
Jónas Djurhuus, HBF
Christian Berg Petersen, HBF
Sanna Thorkildshøj, HBF
Mia Thorkildshøj, HBF
Miriam í Grótinum, HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
Ranja Joensen, KBF

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955