15.000 fólk søktu um 80 pláss

15.000 fólk søktu um 80 pláss
Níggju verkætlanir verða í ár í tiltakinum "Closed for Maintenance, Open for Voluntourism"
Í ár søktu fleiri enn 15.000 fólk um tey 80 plássini, sum verða tillutað til útlendsk sjálvboðin.
 
01.04.2025 - 11:17

Stórur áhugi er aftur í ár fyri tiltakinum  "Closed for Maintenance, Open for Voluntourism", sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.

Átakið verður fra´1. til 3. mai.

Í ár søktu fleiri enn 15.000 fólk um tey 80 plássini, sum verða tillutað til útlendsk sjálvboðin.

Áhugin hjá føroyingum at vera við hevur eisini verið stórur, og er vaksin støðugt hvørt ár. 40 sjálvbodnir føroyingar verða partur av átakinum.

Níggju verkætlanir um landið eru við í ár.

Millum annað ein verkætlan í Koltri, har ætlanin er at endurskapa víðagitna Eiðisdammin, við Gjógv verður gøtan út móti trappuni á Ovaranasa gjørd, og ein triðja verkætlan verður í Leynum, har bygdargøtan verður umvæld og drenað. 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Stjørnan í øðrum parti
204122
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957