Óluva í Gong: Landið má rinda fyri verkfallið

Óluva í Gong: Landið má rinda fyri verkfallið
Forkvinnan í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at spurningurin um neyðtilbúgving skal ikki knýtast upp í lønarsamráðingar
Óluva í Gong er forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.03.2025 - 13:41

Tað verður ikki bíligt hjá landskassanum, um Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar skal taka undir við einari neyðtilbúgving, tá ið verkfall er.

Tað gjørdi Óluva í Gong, forkvinna í fakfelagnum, greitt í Breddanum fyrrapartin. 

Og skulu sjúkrarøktarfrøðingarnir viðgera ein slíka loysn, skal hon ikki vera partur av lønarsamráðingunum.

Óluva í Gong heldur, at vandin við neyðtilbúgving er, at verkfalsamboðið hjá felagnum verður so veikt, at arbeiðsgevarin ikki nýtist at gera nakað:

 

25032024_Oluva_i_Gong

 

Í semjuni, sum Starvsfelagið gjørdi í heyst, var neyðtilbúgvingin partur av avtaluni.  

Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, næstforkvinna í Starvsfelagnum, heldur ikki, at avtalan ger felagið veikari:

 

25032025_Starvsfelagid_og_tilbugving

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949