Lánini tað sama sum BTÚ

Lánini tað sama sum BTÚ
Føroyingar læna ikki bara pengar í føroyskum peningastovnum
Føroyingar skylda 28 milliardir.
 
25.03.2025 - 06:17

Føroyingar læna ikki bara pengar í føroyskum peningastovnum.

Váðaráðið skrivar, at føroyingar hava lænt 600 milliónir krónur í svenskum bankum, 2,7 milliardir í norskum bankum og eina milliard í íslendskum bankum.

Útlán frá føroyskum, donskum, norskum, svenskum og íslendskum bankum til føroyingar vóru 28 mia. kr. við árslok 2024.

Hetta svarar til 100 prosent av BTÚ, bruttotjóðarúrtøkuni, í 2024, skrivar Váðaráðið.

Váðaráðið veit eisini at siga, at útlánsvøksturin hjá føroysku peningastovnunum var 3,3 prosent í januar í ár.

Kommunur og húsarhald læna. Har er vøksturin ávikavist 8,4 prosent og 6,3 prosent.

Men útlánsvøksturin til almenn feløg er minkaður, og útlánsvøksturin til privatu vinnuna er framvegis negativur.

Vøksturin í innlánum frá privatu vinnuni er nógv øktur.

Hann var 16,6 prosent í januar.

Innlánsvøksturin hjá húsarhaldunum var 5,7 prosent í januar 2025.

Allir peningastovnarnir í Føroyum hava størri innlán enn útlán.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117