Ukraina og Russland samráðast við USA

Ukraina og Russland samráðast við USA
Ukrainski ráðgevin, Serhiy Leshchenko, sigur, at samráðingarnar kunnu vara í fleiri mánaðir
Samrøðurnar millum Ukraina, Russland og USA eru á hesum hotellinum í Riyad í Saudiarabia í hesum døgum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.03.2025 - 15:41

Ein sendinevnd úr Ukraina og ein úr Russlandi eru í Saudiarabia, og tær hava hvør sær samrøður við umboð fyri USA og kríggið í Ukraina.

Eftir ætlan verður ukrainska sendinevndin verandi í Saudiarabia, og fer hava fleiri samrøður við USA, sigur Serhiy Leshchenko, sum er ráðgevi hjá Zelenskyy, forseta, við ukrainsku tíðindastovuna Unian.

USA og Ukraina høvdu ein undanfund í gjár, og ukrainski verjumálaráðharrin, Rustem Umerov, letur væl at tí, sum kom burturúr.

Ukrainski ráðgevin, Serhiy Leshchenko, sigur, at samráðingarnar kunnu vara í fleiri mánaðir.

Hann sigur, at samrøðurnar við USA eru um vápnahvíld, undirstøðukervi og at veita skipum trygd. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050