Samráðast framvegis um samgongu í Grønlandi

Samráðast framvegis um samgongu í Grønlandi
Formaðurin í Demokraatit, sum stendur á odda fyri samráðingunum, sigur, at hann brúkar tíðina, sum krevst
Jens-Frederik Nielsen er formaður í Demokraatit. Hann stendur á odda fyri samgongusamráðingunum í Grønlandi.
Mynd: Sermitsiaq  
 
24.03.2025 - 11:22

Samráðingarnar í Grønlandi um at skipa samgongu eru ikki komnar á mál enn.

- Vit mugu ikki gerst fjálturstungin av trýstinum uttan úr heimi, tí vit vita, at skjótar avgerðir, sum eru tiknar í sansaloysi, kunnu seta okkum í verri støðu, enn tað gagnar okkum, sigur Jens-Frederik Nielsen, formaður í grønlendska flokkinum Demokraatit.

- Vit eiga at brúka tíðina, sum tað tekur. Vit mugu hava eina góða og støðuga politiska avtalu, og sum tit vita, so hava vit 45 dagar til stjórnarsamráðingar, sigur Jens-Frederik Nielsen við miðilin Sermitsiaq.

Hann váttar fyri miðlinum, at samráðingar eru framvegis við allar flokkar.

 

Sjarmuferð

Um amerikonsku vitjanina seinni í vikuni, sigur Jens-Frederik Jensen, at hetta er meira ein sjarmuferð.

- Amerikanarar vita væl, at vit eru í samráðingarstøðu nú, og at vit ikki hava hildið kommunuval enn, men kortini nýta teir høvið at koma til Grønlands. Tað vísir enn eina ferð vantandi virðing fyri grønlendska fólkinum. Vitjanin er eina og aleina ein sjarmuferð, og lata vit okkum draga upp á tráð, t.d. við at skunda okkum at skipa samgongu - kunnu vit gerast uppaftur meira viðkvom fyri trýsti. Vit skulu sissa okkum og halda fast um málini um at vísa umheiminum, at okkara land er ikki handilsvøra, og at vit hava sjálvræði í landinum, sum skal virðast, og eingin kann taka tað frá okkum, sigur Jens-Frederik Nielsen við Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066