Lars Løkke: Ikki rætta løtan at koma til Grønlands

Lars Løkke: Ikki rætta løtan at koma til Grønlands
Grønlendskir myndugleikar hava boðað frá, at vitjanin hjá konu amerikanska varaforsetan er ikki almenn, og eingin fundur verður við amerikansku umboðini
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.03.2025 - 15:44

Grønlendingar eru ikki serliga fegnir um, at amerikanski orkumálaráðharrin, Chris Wright, og fremsti trygdarráðgevin hjá Donald Trump, Mike Waltz, vitja í Grønlandi saman við, Usha Vance, sum er kona varaforsetan, J. D. Vance. 

Usha Vance sigur, at hon fer til Grønlands at hyggja eftir eini hundasletukapping, men hendan amerikanska vitjanin kenst órógvandi hjá grønlendingum, sum enn eru í samráðingum um eina nýggja samgongu, og sum hava eitt kommunuval fyri framman.

 

Ikki lagalig løta

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, tekur undir við, at hetta ikki er ein lagalig løta til eina slíka vitjan:

 

24032025_Lokke

 

Grønlendskir myndugleikar hava longu boðað frá, at hetta ikki er ein almenn vitjan, og at tað verður eingin fundur millum grønlendsku myndugleikarnar og amerikansku gestirnar - ikki minst, tí Grønland júst er í ferð við at skipa nýggja stjórn

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297