USA og Russland tosa saman fyrsta dagin

USA og Russland tosa saman fyrsta dagin
Enn er ógreitt, hvør fer at umboða londini
Dmitrij Peskov er talsmaður hjá russisku myndugleikunum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.03.2025 - 14:56

USA og Russland fara at tosa saman aftur fyrsta dagin, siga russiskir myndugleikar.

Talsmaðurin fyri Kreml, Dmitri Peskov, greiddi frá ætlanunum í dag. 

Fundurin verður í Saudiarabia mánadagin 24. mars. Men enn er ógreitt, hvør fer at umboða londini. 

Fyrr í vikuni tosaði amerikanski forsetin, Donald Trump, í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Peskov skuldsetti í dag lond í Evropa fyri at arbeiða fyri militarisering, heldur enn at arbeiða fyri friði.

Russland og USA hava seinastu tíðina havt fleiri samrøður um ósemjuna um Ukraina, sum av álvara tók dik á seg, tá ið Russland gjørdi innrás í grannalandið í 2022.

Saudiarabia hevur fleiri ferðir roynt semju millum Russland, Ukraina og USA seinastu tíðina, og hevur eisini verið vertsland. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229