Landsgrannskoðanin fingið 27 varskógvarafráboðanir

Landsgrannskoðanin fingið 27 varskógvarafráboðanir
Fimm fráboðanir eru farnar til viðgerðar, og tær snúgva seg m.a. um próvtøkusvik og kynsligan ágang
Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur skrivað frágreiðing um varskógvaraskipanina.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
19.03.2025 - 08:11

Síðani varskógvaraskipanin kom 1. mars í 2019 hevur Landsgrannskoðanin fingið 27 fráboðanir.

Fimm fráboðanir eru farnar til viðgerðar.

Tvær eru um millum annað próvtøkusvik, ein um kynsligan ágang, ein um starvssetan og ein um fíggjarviðurskifti og útbjóðing.

Í trimum málum er niðurstøðan, at varskógvingin fær ikki avleiðingar fyri stovnin, sum varskógvað er um.  

22 fráboðanir eru ikki farnar víðari.

 

 

Ónavngivnar fráboðanir

Níggju ónavngivnar fráboðanir eru komnar. Tær eru avvístar, tí varskógvarin er dulnevndur. 

Seks fráboðanir eru avvístar, tí varskógvarin ikki starvast í almennu fyrisitingini.

Tað stendur í frágreiðingini um varskógvaraskipanina, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna, legði fyri løgtingið í gjár.

 

Riggar eftir ætlan

Fíggjarmálaráðið heldur, at skipanin riggar eftir ætlan.

Einki bendir á, at nakað mál hevur havt avleiðingar fyri varskógvaran.

Fíggjarmálaráðið mælir til at halda fram við verandi skipan. 

Aðalorðaskifti um frágreiðingina um varskógvaraskipanina verður í morgin.

Les frágreiðingina her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227