Færri søkja á miðnámsskúlar

Færri søkja á miðnámsskúlar
24 færri umsóknir eru í ár enn í fjør, men 124 færri enn í 2021
Glasir - 834 fólk hava søkt um at sleppa á miðnám næsta skúlaár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.03.2025 - 08:20

834 fólk hava søkt um at sleppa á miðnám næsta skúlaár.

Tað upplýsir Undirvísingarstýrið.

Tað eru 24 færri enn í fjør og 124 færri enn í 2021.

Heilt síðani 2015 er umsøkjaratalið minkað.

 

Heilsuskúlin.

 

Heilsuskúlin undantak

Hinvegin hevur serliga ein skúli fingið nógv fleiri umsóknir í ár. Tað er Heilsuskúlan í Suðuroynni.

Hann hevur fingið 45 umsóknir, men fekk bara tíggju í fjør.

54 prosent teirra, sum hava søkt miðnám, eru gentur.

Men 71 prosent, sum vilja taka eina yrkisútbúgving, eru dreingir.

Seinastu árini hava alsamt færri søkt um pláss á fyrireikingarbreytina, hon sum fyrr kallaðist HF. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949