Eingin ætlan um at lata kommunur áseta ansingarsamsýning

Eingin ætlan um at lata kommunur áseta ansingarsamsýning
Samsýningin er umleið 11.000 kr. um mánaðin, og hon er ikki broytt, síðani kommunurnar tóku við eldraøkinum í 2015
Eirikur í Jákupsstovu er landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
19.03.2025 - 08:36

Ein ætlan um at hækka samsýningina fyri at ansa gomlum og óhjálpnum fólkum heima við hús upp í 18.000 kr. var av ongum.

Hetta var í 2022, eftir at eldraøkið var eftirmett.

Men kommunurnar, sum tóku við eldraøkinum í 2015, vildu hava kunngerðina grundleggjandi endurskoðaða, ikki bara ásetingina um samsýningina.

Tó er eingin áheitan komin frá kommununum um at endurskoða kunngerðina.

Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, í svari til Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu.

Hann sigur, at í løtuni er eingin ítøkilig ætlan um at geva kommununum heimild til sjálvar at áseta ansingarsamsýningina. 

Samsýningin er 10.789 kr. um mánaðin, sigur Kristianna Winther Poulsen. 

Og hon er ikki broytt, síðani kommunurnar tóku við eldraøkinum.

60 fólk fáa ansingarsamsýning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949