Semja gjørd við bretar um fiskirættindi í ár

Semja gjørd við bretar um fiskirættindi í ár
Føroyar fáa m.a. rættindi at fiska svartkalva, blálongu, hýsu og longu
Mynd: Savnsmynd  
 
18.03.2025 - 14:37

Føroyar hava skrivað undir semju við Bretland um sínámillum fiskirættindi fyri 2025.

Føroyar fáa rættindi at fiska svartkalva, blálongu, hýsu og longu. Eisini er ein lítil NAFO-kvota av toski á Grand Bank uttan fyri Kanada, sum Bretland flytur Føroyum at fiska. 

Í føroyskum sjógvi fær Bretland rætt at fiska serliga hýsu og upsa, eins og at Bretland fær eina hjáveiðikvotu av toski í hýsufiskiskapinum. 

Orsakað av støðuni hjá fiskastovnunum, eru skerjingar í kvotunum á báðum síðum í ár, samanborið við undanfarna ár. 

Hóast semjan ikki er stór í vavi, so hevur avtalan týdning fyri tvíliðaðu viðurskiftini millum Føroyar og Bretland, skrivar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.

Les meira her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066