Seks vilja vera stjóri í Almannaverkinum

Seks vilja vera stjóri í Almannaverkinum
Lýst var bara í Føroyum, og bara føroyingar hava søkt starvið
Bæði kvinnur og menn hava søkt stjórastarviðí Almannaverkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2025 - 10:30

Seks umsóknir eru til starvið sum stjóri í Almannaverkinum.

Talan er bæði um kvinnur og menn.

Bara føroyingar hava søkt. 

Lýst var bara í Føroyum, og lýsingin var bara á føroyskum.

 

Edvard Heen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Edvard Heen, sum hevur verið stjóri í Almannaverkinum síðani 2014, boðaði fyrst í februar frá, at hann gevst 1. august í ár.

Hann verður fólkapensjónistur í september.

Almannaverkið er landsins størsti stovnur.

Tað hevur 1.200 starvsfólk og ein triðing av fíggjarlógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835