Macron: Russland skal prógva, at landið vil hava frið

Macron: Russland skal prógva, at landið vil hava frið
Franski forsetin sigur, at nú eru nóg nógv fólk deyð í krígnum, og nóg nógvar oyðileggingar
Nýggi kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, vitjan franska forsetan, Emmanuel Macron, í gjár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.03.2025 - 08:20

Russland skal nú prógva, at landið vil hava frið.

Tað sigur Emmanuel Macron, franski forsetin.

"Zelenskyj, forseti, hevði dirvi til at góðtaka amerikanska uppskotið um 30 daga vápnahvíld. Nú má Russland eisini prógva, at landið veruliga vil hava frið," skrivar Macron á X.

"Nú eru nóg nógv fólk deyð, nóg mikið av oyðiløgdum lívum, nóg nógvar oyðileggingar.

Kanónirnar skulu gevast at skjóta," skrivar Macron á X.

Macron skrivar eisini, at ukrainsk børn, ið eru flutt til onnur lond, skulu sameinast aftur við sínar familjur. Hesa treyt skal Russland góðtaka.

- Vit hava ongantíð verið nærri eini friðaravtalu, sigur Karoline Leavitt, talsfólk hjá Hvítu húsunum. Og forsetin ætlar avgjørt at fáa eina avtalu. 

Tað segði hon í sambandi við, at Donald Trump í dag eftir ætlan fer at tosa við Vladimir Putin um vápnahvíld millum Russland og Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482