FNU hevur sett aðalskrivara

FNU hevur sett aðalskrivara
Fía Niclasen fer frá sum næstforkvinna í FNU á næsta aðalfundi, og tekur við starvinum sum aðalskrivari 1. mai.
Fía Niclasen er sett sum aðalskrivari í FNU.
 
18.03.2025 - 09:33

Føroya náttúru- og umhvørvisfelag hevur sett Fíu Niclasen sum aðalskrivara. 

Tað hevur felagið gjørt, tí tað hevur fingið stuðul til eina fýra ára verkætlan frá Aage V. Jensen Naturfond.

Fía Niclasen hevur eina BSc í Management with Entrepreneurship frá Goldsmiths University í London og eina MSc í Environmental Technology frá Imperial College London. 

Umframt hetta hevur hon royndir í verkætlanarleiðslu, náttúru- og umhvørvisátøkum og altjóða og norðurlendskum samstarvi, skrivar FNU í tíðindaskrivi

Fía Niclasen hevur verið virkin í FNU í trý ár.

Hon hevur staðið á odda fyri fleiri átøkum hjá felagnum. 

Hon fer frá sum næstforkvinna í FNU á næsta aðalfundi, og tekur við starvinum sum aðalskrivari 1. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229