ES-nevndarforkvinnan lovar Grønlandi og Danmark stuðul

ES-nevndarforkvinnan lovar Grønlandi og Danmark stuðul
Ursula von der Leyen sigur, at Evropa altíð fer at standa fyri yvirræði og rættinum til sjálvræði
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.03.2025 - 15:59

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, stuðlar Grønlandi og Danmark í spurninginum um sjálvræði, nú USA fleiri ferðir í seinastuni hevur dyrgt eftir at fáa Grønland.

Tað skrivar Ritzau sambært Sermitsiaq.

Ursula von der Leyen, sum er á vitjan í Danmark í dag, segði í eini røðu á yvirmannaskúlanum hjá danska herinum í Keypmannahavn:

- Eg vil fegin gera øllum í Grønlandi, og Danmark sum heild, greitt, at Evropa altíð fer at standa fyri yvirræði og rættinum til sjálvræði.

 

Finnast at Trump

Grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, og flokkarnir í landstinginum, Inatsisartut, hava hvassliga víst aftur ætlanini hjá Donald Trump, forseta, at leggja Grønland undir seg. 

Málið hevur eisini verið viðgjørt á ES-toppfundi í Brússel, og tá játtaðu ríkis- og stjórnarleiðararnir Danmark sín fulla stuðul í spurninginum Grønland. 

Amerikanski forsetin heldur, at Danmark hevur ikki dugað nóg væl tryggja seg í Arktis, nú Russland dubbar seg.

Tað hevur vakt miklan ans kring heimin, at USA hevur hótt við at taka landaøki frá einum øðrum Nato-landi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373