560 milliónir fleiri lønarkrónur seinasta árið

560 milliónir fleiri lønarkrónur seinasta árið
Kvinnur eiga meira enn 60 prosent av vøkstrinum
Lønargjaldingarnar seinasta árið eru vaksnar ein góða hálva milliard krónur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2025 - 11:31

560 milliónir kr. fleiri vóru goldnar í lønum frá mars í fjør til februar í ár, enn í sama 12 mánaða skeiði frammanundan. Vøksturin er 4,6 prosent.

Tað vísa tøl hjá Hagstovuni.

Tilsamans vóru goldnar slakar 12,8 milliardir krónur í lønum, frá mars í fjør til februar í ár.

 

Kvinnur eiga størsta vøksturin

Kvinnur eiga meira enn 60 prosent av lønarvøkstrinum í tíðarskeiðnum, ella 354 milliónir kr. 

Av hesum áttu kvinnur, sum arbeiða hjá almennum arbeiðsgevarum, 318 milliónir kr. 

Tølini hjá Hagstovuni vísa, at størsti lønarvøksturin hevur verið í Sandoynni, 8,2 prosent, men minsti vøksturin var í Suðuroynni, 2,4 prosent. 

"Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" og "Framleiðsluvinna" hava sum tær einastu vinnugreinarnar havt minking í útgoldnum lønum.

Afturgongd hevur m.a. verið í uppsjóvarveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru 100 milliónir krónur, ella 16 prosent minni, seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna 12 mánaða skeið. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337