Miðar eftir at skipa breiða samgongu í Grønlandi

Miðar eftir at skipa breiða samgongu í Grønlandi
Jens-Frederik Nielsen, formaður í Demokraatit, sigur, at hetta er ikki løtan til politiskan taktikk og innanhýsis ósemjur
Jens-Frederik Nielsen er formaður í Demokraatit. Hann stendur á odda fyri samgongusamráðingunum í Grønlandi.
 
17.03.2025 - 15:12

Formaðurin í Demokraatit, Jens-Frederik Nielsen, miðar eftir at skipa eina breiða samgongu eftir landstingsvalið í Grønlandi í síðstu viku.

Tað skrivar hann á Facebook, sambært Sermitsiaq.

Samgongusamráðingarnar eru byrjaðar, og Demokraatit, sum gjørdist størstur flokkur á valinum, stendur á odda fyri samráðingunum.

- Eg og Demokraatit vilja hava eina breiða samgongu. Hetta er ikki løtan til politiskan taktikk og innanhýsis ósemjur. Støðan í landinum er alt ov álvarslig til tess. Tað hevur týdning at vera pragmatiskur og at gera neyðsemjur, skrivar Jens-Frederik Nielsen.

Nývalda landstingið,  Naalakkersuisut, hevur stórar avbjóðingar. Ikki minst í viðurskiftunum mótvegis amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum nú ætlar at leggja Grønland undir seg. 

- Tíðin er komin at vísa øllum heiminum, at her uppi standa vit saman. Vit arbeiða fyrst og fremst fyri Grønlandi og teimum, sum búgva her, skrivar Jens-Frederik Nielsen á Facebook. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337