Fýra frystilínuskip eru við Ísland

Fýra frystilínuskip eru við Ísland
Veðrið verður gott hesa vikuna, og tí væntar Fiskamarknaðurin nógvan útróður
Mars er eitt av frystilínuskipunum. Fýra frystilínuskip royna við Ísland, tvey eru við Eysturgrønland, og trý eru undir Føroyum.
 
17.03.2025 - 13:17

Fýra frystilínuskip eru við Ísland, tvey eru við Eysturgrønland, og trý eru við Føroyar. 

Bæði ísfiskalínuskipini liggja.

Trý garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt, sigur Fiskamarknaðurin.

Allir trolbátarnar eru norðanfyri. Eisini teir hava brúkiligt fiskarí. 

Allir partrolarirnir, uttan eitt par, eru úti. Fiskaríið hjá teimum er misjavnt. 

Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, ein fiskar upsa, og ein fiskar tosk. 

Ein frystitrolari fiskar svartkalva. 

 

(Savnsmynd)

 

Vænta nógvan útróður

Um útróðurin sigur Fiskamarknaðurin, at streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur.

Veðrið verður gott, so nógvur útróður verður væntandi.

Línubátarnir fáa mest tosk og hýsu.

Snellubátarnir fáa nógv mest av toski og eitt sindur av upsa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337