Styrkja grønlendska kringvarpið

Styrkja grønlendska kringvarpið
Politisku flokkarnir í Grønlandi eru á einum máli um, at grønlendska kringvarpið KNR skal hava betri umstøður.
Grønlendskir politikarar vilja millum betra um hølisumstøðurnar hjá grønlendska kringvarpinum KNR
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
16.03.2025 - 18:29

Stutt undan landstingsvalinum í vikuni var breið semja um, at starvsfólkini skuldu hava meira í løn og KNR skal hava nýggjar bygningar.

Tað skrivar heimasíðan hjá KNR, ið hevur tikið saman um tað, politikararnir lovaðu undan valinum.

Fyri at fáa fleiri tíðindi úr øllum landinum, tosa politikararnir eisini um, at fígging skal finnast til meira landsfevnandi virksemi.

Yvirhøvur leggja politikararnir stóran dent á, at kringvarpið hevur stóran týdning fyri fólkaræðið og at tað liggur á politikarunum at geva tí nóg góðar umstøður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. februar
Mono - 110226
204074
Mikudag 11. februar
Eitt korter við klassiskum
204060
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896