Áttu at havt umhvørvisstýring

Áttu at havt umhvørvisstýring
Ein nýgggjur umhvørvispolitikkur í Tórshavnar kommunu eigur at hava eina umhvørvisstýring, heldur Janet Fríða Johannesen, matvøruverkfrøðingur.
Janet Fríða Johannesen, matvøruverkfrðingur
 
15.03.2025 - 13:50

Uppskotið legði hon fram á borgarafundi í Perluni ígjárkvøldi, har umboð fyri Umhvørvisdeildina løgdu fram hugskot og tóku ímóti uppskotum frá fundarfólkum.

Fleiri ítøkilig hugskot komu á telduna hjá Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu ígjárkvøldi, tá deldin skipaði fyri einum borgarafundi um ein nýggjan náttúru- og umhvørvispolitikk í høvuðsstaðnum. Harafturat vístu fólk á trupulleikar sum eru í kommununi. Serliga við atliti á kloakkum, oljulukti, spillvatni og teimum dálkaðu víkunum, Hoyvík og Sandagerðsvík. Eisini varð funnist at, at býráðið sjálvt helt ikki tey mál ella politikkir, sum tey hava samtykt á náttúruøkinum.

Hugskotini snúðu seg um at skilja meira, móttøku fyri brúkligum byggitilfari, ansa eftir lendinum, lendisætlan, byggja minni og einfaldari osfr.
Janet Fríða Johannesen bar uppá mál, at kommunan fekk sær eina umhvørvisstýring. Janet Fríða Johannesen sigur, at við einari skipari umhvørvisstýring fyri kommununa, hava allir stjórar, deildarleiðarar og stovnsleiðarar ábyrgdina av, at tilgongdirnar á deildini ella stovninum taka hædd fyri umhvørvinum. Harafturat vilja tey hava ábyrgdina av, at deildin ella stovnurin, tey varða av, verður meira og meira umhvørvisvinarligur, og at umhvørvispolitikkurin verður fylgdur.

 

1732063

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201