Tunnilsstjórin: Skarvanes og Sandvík er samanlagt besta tunnilsleiðin

Tunnilsstjórin: Skarvanes og Sandvík er samanlagt besta tunnilsleiðin
Jarðfrøðiliga, trygdarliga og fíggjarliga er tunnilsleiðin millum Skarvanes og Sandvík besta loysnin fyri Suðuroyartunnilin, heldur Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri
Teitur Samuelsen, stjóri í pf. Suðuroyartunlinum, heldur, at nú er umráðandi at taka eina avgerð um linjuføringina til Suðuroyartunnilin
 
14.03.2025 - 11:47

Teitur Samuelsen, stjóri í pf. Suðuroyartunlinum, er ikki í iva, at tunnilsleiðin millum Skarvanes og Sandvík er besta loysnin, nú spurnartekn verða sett við, um tað er rætt at lata tunnilin koma upp í Djúpadali við Skarvanes.

"Jarðfrøðiliga, trygdarliga og fíggjarliga er tunnilsleiðin millum Skarvanes og Sandvík besta loysnin fyri Suðuroyartunnilin," staðfestir Teitur Samuelsen, stjóri í pf. Suðuroyartunlinum.

Og fyri øll hesi trý kriteriini hevur tunnilsleiðin Skarvanes-Sandvík munin, sigur hann.

 

Týdning at taka eina avgerð nú

Tunnilsleiðin, ella linjuføringin, er partur av lógaruppskotinum um Suðuroyartunnil, sum var til 1. viðgerð í Løgtinginum í gjár.

Teitur Samuelsen sigur, at tað nú hevur týdning at taka eina avgerð og koma víðari við verkætlanini.

 

Teitur_Samuelsen_um_linjuforing

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949