Hvítanes farin at fiska rækjur

Hvítanes farin at fiska rækjur
Hann sleppur at fiska rækjur við Svalbard og hevur 112 fiskidagar
Nú eitur hann Hvítanes og er skrásettur í Hoyvík.
 
14.03.2025 - 06:44

Trolarin Hvítanes hevur fingið fiskiloyvi.

Hann sleppur at fiska rækjur við Svalbard og hevur 112 fiskidagar.

Hvítanes fór av Havnini beint fyri klokkan átta týskvøldið.

Thor Fisheries keypti Inuksuk I úr Kanada og gav honum navnið Hvítanes, sum var fyrsta navnið hjá trolaranum.

Hann kostaði 3,6 mió. evrur, sum svara til slakar 26,85 mió. kr. í okkara pengum.

Hvítanes var bygdur i 1987.

Skrokkurin var bygdur í Nakskov, men skipið var gjørt liðugt á Skála skipasmiðju.

Hvítanes er skrásettur í Hoyvík, har reiðaríið er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206