Farmaflutningurin um Vága floghavn øktur 2.000 prosent

Farmaflutningurin um Vága floghavn øktur 2.000 prosent
Farmaflutningurin hjá FarCargo sæst aftur í tølunum hjá Vága floghavn. Í februar fóru góð 800 tons av farmi um flogvøllin, og tað eru sløk 2.000 prosent meira enn í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.03.2025 - 09:40

Tað sæst væl og virðiliga í tølunum hjá flogvøllinum í Vágum, at farmaflogfarið hjá FarCargo er komið.

Í februar fóru góð 800 tons av farmi um flogvøllin.

Tað eru sløk 2.000 prosent meira enn í februar í fjør.

Til 1. mars var farmurin 1837 tons, vøksturin er neyvt 2.465,6 prosent.

Hjá postinum er søgan ein onnur.

Hann minkar. Hann var 15,5 prosent minni í februar í ár enn í februar í fjør.

Og til 1. mars var hann 4,9 prosent minni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482