Familjufyrisitingin: Ikki strangari at fáa viðgerð fyri barnloysi

Familjufyrisitingin: Ikki strangari at fáa viðgerð fyri barnloysi
Føroya Kærustovnur ivast um tað verður torførari hjá barnleysum at fáa hjálp til at fáa játtað viðgerð fyri barnloysi, men tað verður tað ikki, sigur Monica Hjelm Rasmussen
 
14.03.2025 - 19:15

Í løtuni er eingin føroysk lóg í samband við eftirgjørdan gitnað - kunstiga ísáðing, og málið um og hvussu danska lógin á hesum økinum skal setast í gildi í Føroyum, varð umrøtt á tingfundi gjár.

Millum annað inniber broytingar í lógaruppskotinum, at Heilsustarvsfólk skal meta um tey, ið ynskja viðgerð, eru før fyri at verða foreldur, og um ivi er, skal málið til familjufyrisitingina, ið skal gera eina førleikakanning. 

Kærustovnurin spyr í hoyringsvari eftir neyvari ásetingum, bæði um hvussu ivi skal staðsetast av heilsustarvsfólki, og hvussu metingin skal fara fram. Kærustovnurin viðmerkir, at soleiðis sum tað verður lýst í lógaruppskotinum, so kann tað tykjast sum um, at tað verður strangari at fáa viðgerð.

Familjufyrisitingin hevur játtað at umsita ábyrgdarøkið, og Monica Hjelm Rasmussen, stjóri í familjufyrisitingini sigur, at út frá tí tey vita, verður henda kanningin ikki gjørd strangari.

Hóast tað í síðsta enda ikki er Familjufyrisitingin, ið skal avgerða ásetingarnar í lógini, so metir Monica Hjelm Rasmussen, at tá ivi skal staðsetast, so verður tað bert í nøkrum heilt serligum førum, um vandi er við trivnaðinum hjá barninum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum á nátturða:

Familjufyrisitingin_-_Monica_Hjelm_Rasmussen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949