Dizzy Mizz Lizzy fer at spæla á Tórsfest

Dizzy Mizz Lizzy fer at spæla á Tórsfest
Kendi danski rokkbólkurin Dizzy Mizz Lizzy verður eitt av høvuðsnøvnunum á Tórsfest í miðbýnum í Havn beint fyri ólavsøku, 25. juli
Limirnir í Dizzy Mizz Lizzy eru Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis
Mynd: Robin Skjoldborg  
 
14.03.2025 - 16:42

Øll tey, ið vóru ung í nítiárunum, kenna stóru hittini hjá danska rokkbólkinum Dizzy Mizz Lizzy av sjálvnevndu gjøgnumbrots- og debutplátuni. 

"Silverflame", "Love Is a Looser's Game" og "Waterline". 

Tað er ikki ov nógv sagt, at Dizzy Mizz Lizzy, við Tim Christensen á odda á sangi og gittara, legði ríkið fyri sínar føtur í 90unum.

Debutplátan er bestseljandi danska rokkplátan nakrantíð, og bólkurin eigur eisini eitt heilt serligt pláss í hjørtunum hjá mongum føroyingum. 

Bólkurin gav út útgávuna "Rotator" í 1996, sum eisini stóð seg væl. Bólkurin gjørdist eisini sera væl umtóktur í Asiu.

Men í 1998 gjørdu teir tríggir, Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis, av at fara hvør til sítt.

 

Silvurlogin tendraði aftur

Bólkurin var kúrrur til 2010, tá teir aftur spældu eina konsertferð saman, og tá tendraði silvurlogin aftur, kanst tú siga. Og í 2014 varð kunngjørt, at bólkurin nú aftur var virkin. 

Men tað er ikki fyrstu ferð, at Dizzy Mizzy Lizzy koma til Føroya at spæla, sum tað annars verður pástaðið í tíðindaskrivinum frá fyriskiparunum. Dizzy, sum bólkurin eitur á mannamunni, var eitt av høvuðsnøvnum á G! festivalinum í 2015

Afturat Dizzy Mizz Lizzy, so koma Ankerstjerne, Branco, Dave Evans, Eivør, Gavin DeGraw, Poptös, Kristina Bærendsen, Sandro Cavazza og Zak Abel at spæla á Tórsfest í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978