Sjúkrarøktarfrøðingar fáa nú boðið talgilda refleksjón

Sjúkrarøktarfrøðingar fáa nú boðið talgilda refleksjón
Tað gevur størri frælsi, at sjúkrarøktarfrøðingar kunnu svara dulnevnt, tá teir skulu tosa um truplar støður, heldur Sjúkrarøktaretiska ráðið
Mynd: Shutterstock.com  
 
13.03.2025 - 12:36

Sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum fáa nú høvi til talgilda reflektión, tá teir hava verið í truplum støðum til arbeiðis. 

Hetta boðar Sjúkrarøktaretiska ráðið frá í tíðindaskrivi. 

Endamálið er tvíbýtt:

  1. At gera refleksjónina lættari atkomuliga og stuðlandi fyri einstaka sjúkrarøktarfrøðingin og harvið styrkja tilvitið um og hegni til at reflektera.
  2. At geva Sjúkrarøktaretiska ráðið betri innlit í, hvørjar etiskar avbjóðingar sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum standa í, soleiðis at átøkini hjá Ráðnum kunnu málrættast enn betri.

Talgild refleksjón hevur fleiri fyrimunir, sum bæði kunnu gagna sjúkrarøktarfrøðingunum og arbeiðsumhvørvinum. Ein av týðandi fyrimununum er, at skipanin er lætt atkomulig, tí hon kann nýtast nær sum helst og á ymiskum tólum, sum fartelefon, teldu ella teldli. Hetta ger tað lættari hjá teimum at luttaka í etiskari refleksjón, hóast nógv er at gera.

"Tað er týdningarmikið, at sjúkrarøktarfrøðingar kunnu svara dulnevndur. Hetta gevur størri frælsi til at seta orð á etiskar avbjóðingar, sum kunnu vera truplar at umrøða opið, eitt nú atburð hjá starvsfeløgum ella leiðslu, sum ikki er í samsvar við fakligu virðini. Tryggleikin í at kunna viðgera viðkvæm evni uttan ótta fyri avleiðingum ger tað møguligt at fáa eitt meira realistiskt innlit í tær veruligu etisku avbjóðingarnar á arbeiðsplássunum," skrivar Sjúkrarøktaretiska ráðið í tíðindaskrivinum. 

 

Jana Mortensen er forkvinna í Sjúkrarøktaretiska ráðnum.

 

INNSLAG_Talgild_reflektion

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117