Sólrun og Jóannes nýggj í FSF-nevndini

Sólrun og Jóannes nýggj í FSF-nevndini
Sólrun Hendriksdóttir Sørensen og Jóannes Prestá komu í dag í starvsnevndina hjá FSF fyri fyrstu ferð
Jóannes Prestá og Sólrun Hendriksdóttir Sørensen eru nývald í nevndina í FSF
Mynd: Emil Lisberg Jacobsen  
 
08.03.2025 - 17:23

Sólrun Hendriksdóttir Sørensen og Jóannes Prestá avloysa Fríðin Ziskason og Rúna Herup Olsen í starvsnevndini í Fótbóltssambandi Føroya.

Tað bleiv gjørt av á aðalfundinum hjá FSF í dag, har Róin Schrøter eisini bleiv afturvaldur í nevndina.

Tað var longu greitt áðrenn aðalfundin, at Sólrun Hendriksdóttir Sørensen fór at koma í nevndina, tí viðtøkurnar hjá FSF siga, at bæði kyn skulu veljast. Og eftirsum Sólrun Hendriksdóttir Sørensen var einasta kvinna, sum stillaði upp, kom hon í nevndina uttan atkvøðugreiðslu.

Men tað var harður dystur um hinar báðar nevndarsessirnar. Tá avtornaði, fekk Jóannes Prestá 21 atkvøður, Róin Schrøter fekk 19 atkvøður og Fríðin Ziskason fekk 17 atkvøður. Sostatt fer Fríðin Ziskason úr nevndini saman við Rúna Herup Olsen, sum ikki tók við afturvali hesaferð.
 

Hoyrið samrøðu við nýggju nevndarlimirnir her:

Solrun_og_Joannes_innslag

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201