20 ár síðan samanlegging

20 ár síðan samanlegging
Í dag hátíðarhalda tey, at tað á nýggjárinum vóru liðin 20 ár, síðani Hósvíkar, Hvalvíkar, Saksunar, Haldórsvíkar, Sunda og Gjáar kommunur løgdu saman í eina kommunu.
Nógv fólk var komið í bygdarhúsið í Hósvík í morgun at hátíðarhalda tey fyrstu 20 árini hjá Sunda kommunu
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
08.03.2025 - 13:19

Sunda kommuna bjóðaði í morgun til brunsj í bygdarhúsinum í Hósvík, og har stóð bíðirøðin langt út í tún, har Eiðis Ljómfelag stóð fyri fólkinum og spældi góðan horntónleik.

Eyðstein Zachariasen, sum nú er borgarstjóri, var bara sjey ára gamal, tá ið samanleggingin gjørdist veruleiki. Hann sigur seg vera sannførdan um, at talan vera um eina væleydnaða samanlegging.

Hósvíkingar vóru teir, ið andøvdu longst ímóti samanleggingini í síni tíð, men komu at enda eisini við. Hans Jacob Djurhuus í Hósvík heldur, at tað hevur riggað betur, enn hann væntaði fyri 20 árum síðani.

Jens Jensen í Tjørnuvík heldur, at sum tíðirnar eru, er talan um eina væleydnaða samanlegging við nógvum virksemi, men at smáplássini mugu ansa eftir, at tey ikki verða gloymd burtur.

Borgarstjórin, Eyðstein Zachariasen, heldur, at tað størsta, sum er hent í Sunda kommunu hesi árini, er Skúlin og høllin við Streymin, sum komu fyri fimm árum síðani.

Hátíðarhaldið heldur fram við Margáir í kvøld klokkan 19, har Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, fer at hava fyrilestur um Sunda kommunu.

Her kanst tú hoyra innslag frá 20 ára hátíðarhaldinum:

2025-03-08-Sunda-kommuna

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481