Meginparturin av fjarhitanum í fjør kom frá avlopshita

Meginparturin av fjarhitanum í fjør kom frá avlopshita
Meira enn helvtin, 51,6 prosent, kom frá brennistøðini, 26,6 prosent frá Sundsverkinum og 8,1 prosent frá Förka
Fjarhitaleiðingarnar eru 14 kilometrar. (Savnsmynd)
 
07.03.2025 - 08:33

Góð 87 prosent av fjarhitanum komu frá avlopshita í fjør.

So oljan minkar støðugt sum beinleiðis orkukelda hjá Fjarhitafelagnum, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Fjarhitafelagið fær hita frá Kommunalu brennistøðini, Sundsverkinum og frá biogassverkinum Förka.

Meira enn helvtin, 51,6 prosent, kom frá brennistøðini, 26,6 prosent frá Sundsverkinum og 8,1 prosent frá Förka.

12,7 prosent komu frá olju. Í 2023 vóru 15 prosent frá olju.

Og tá er talan um millum annað spillolju frá IRF, sum kortini skuldi burturbeinast. Bara 5,5 prosent komu frá gassolju.  

 

8,1 prosent av avlopshitanum hjá Fjarhitafelagnum í fjør kom frá biogassverkinum Förka.

 

Elketil við goymslutanga

Fjarhitafelagið sigur, at næsta stigið á menningarleiðini er ein elketil við goymslutanga, sum skal rekast við avlopsorku frá vindmyllum. 

Henda hitaloysnin kemur í vár.

Sethús, raðhús og íbúðir tóku 59 prosent av fjarhitanum í fjør.

Fjarhitafelagið hevur 1.950 brúkarar.

Fjarhitaleiðingarnar eru 14 kilometrar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297