Nýggj skip skulu hjálpa til at lúka umhvørviskrøvini

Nýggj skip skulu hjálpa til at lúka umhvørviskrøvini
CO2-gjaldið er nógv hækkað, men nýggju skipini hjá Smyril Line, sum verða bygd í Kina, fara at ávirka útlátið rætta vegin
Smyril Line brúkar sum er nógvar pengar til CO2-avgjald til ES.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2025 - 09:25

Tvey nýggj farmaskip skulu hjálpa Smyril Line at lúka altjóða umhvørviskrøvini til skipaferðslu.

Smyril Line brúkar sum er nógvar pengar til CO2-avgjald til ES.

 

Nýggju skipini verða smíðað í Kina.

 

1. januar í ár hækkaði CO2-avgjaldið, sum øll farmaskip, ið sigla uppá ES-havnir, skulu gjalda, úr 40 upp í 70 prosent av samlaða CO2-útlátinum hjá skipunum.

Og næsta ár verður tað 100 prosent, og tá skulu farmaskipini rinda av øllum sínum CO2-útláti.

 

Jens Meinhard Rasmussen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Smyril Line hevur gjørt sáttmála um at byggja tvey nýggj farmaskip í Kina. Og tey fara at ávirka CO2-útlátið rætta vegin, Jens Meinhard Rasmussen, stjóri.

Jens Meinhard Rasmussen vísir á, at hóast reiðaríini hava gjørt íløgur í grønari loysnir, so kann tað næstan gera tað sama, um rætta brennievnið ikki er tøkt. Og tað kann verða ein avbjóðing.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

06032025_Smyril_Line

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835