Flogferðsla: Februar í ár royndist betur enn í fjør

Flogferðsla: Februar í ár royndist betur enn í fjør
Ferðafólkini vóru 1,8 prosent fleiri, hóast februar í fjør var ein dag longur
19.358 ferðafólk komu og fóru um flogvøllin í februar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2025 - 10:32

Februar í ár var betri enn februar í fjør hjá flogvøllinum,

Ferðafólkini vóru 1,8 prosent fleiri, hóast februar í fjør var ein dag longur.

Tey vóru 19.358 í februar í ár.

Til 1. mars eru ferðafólkini tó færri enn í fjør. Tey eru 3,9 prosent færri.

Tí í januar í fjør flugu nógv til handbólt í Berlin.

 

Widerøe og SAS fara aftur at flúgva til Føroya um mánaðarskiftið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bestu mánaðirnar vóru í 2020

Januar og februar í 2020 eru teir tó bestu higartil hjá flogvøllinum í Vágum. 

Í februar 2020 vóru 1.644 fleiri ferðafólk enn í februar í ár. 

Korona kom á grækarismessu í 2020.

31. mars fara SAS og Widerøe aftur at flúgva til Føroya.

Og 11. apríl kemur Icelandair aftur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Fríggjadag 11. juli
RagnarRokk: Oskar Holldorff um Shards
194118
Fríggjadag 11. juli
Morgunlestur fríggjadagur 11.juli 2025
194083
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. juli
Veðrið
194338
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098